Sonni, Thurid, Bjarti og Estir skjótast í havsvimjing í Fuglafirði

Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði í góðveðrinum í gjár fyri havsvimjing í Fuglafirði, sum partur av Mentanardøgunum. Úrslitið varð at Sonni Eliasen og Thurid A. Petersen vunnu kappingina á longra teininum, meðan Bjarti Højbro og Estir Borðoy vunnu stytra teinin.

Untitled

Svomnir vórðu tveir teinar – ein á umleið 420 metrar frá ytra armi í bátahylinum og heim á sand, og hin ein stytri á umleið 220 metrar fram við sandinum, báðir teinar við máli við Gjógvará. Tað fall so út at øll tey vaksnu valdu longra teinin, meðan børnini valdu hin stytra.

Uppmøtingini kundi verið betri, men afturfyri fingu flestu luttakarar bæði heiðursmerki frá Fuglafjarðar Svimjifelag við gravering ið feirar at FS í ár kann halda 40 ára føðingardag, og steyp til ognar.

Úrslit

Kvinnur 420m

  1. Thurid A. Petersen 7:05.66
  2. Elin Olsen 7:49.22
  3. Henny Abrahamsen 10:02.52

Untitled

Menn 420m

  1. Sonni Eliasen 5:27.45
  2. Eyðun Bærentsen 5:49.56
  3. Rókur í Jákupsstovu 6:00.21

Untitled

Gentur 220m

  1. Estir Borðoy

Untitled

Dreingir 220m

  1. Bjarti Højbro
  2. Bjartur Nón
  3. Jákup Tórsteinsson
  4. Jóhan Højbro

Untitled

Ger viðmerking