Sára 2:06.96 og nýtt føroyskt met í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið kappast varð í 200 metra frísvimjing, á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar 2015 í Singapore. Sára svam teinin uppá 2 minuttir, 6 sekund og 96 hundraðpartar, har metini hjá henni frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í juli var 2:07.54. Altso ein betring á 58 hundraðpartar.



Úrslitið rakk til eitt 40. pláss av teimum 74 sum luttóku, ella eitt 4. pláss av 11 um vit loyva okkum bara at hyggja at teimum sum eru so ungar sum Sára. Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Sára setti sostatt 3 føroyskt met á hesi stevnu, sum samstundis vegna hennara unga aldur eru 3 føroysk juniormet. Sum skilst so hevur tað verið eitt sindur upp og niður við at fáa tingini at rigga heilt í Singapore, men eru hesi met og úrslitini annars tó væl avgjørt góðkent avrik.

Føroyingarnir hava nú frí frá kapping har í Singapore, og kunnu taka sær av løttum til tey aftur skulu ferðast langu leiðina heim til Føroyar. Sum skilst vórðu tey seinast sædd farandi inn í ein H&M handil.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.