Sára 2:19.29 og føroyskt met í 200 rygg

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í morgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra ryggsvimjing, tá ið hon á HeimMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore svam teinin uppá 2 minuttir, 19 sekund og 29 hundraðpartar.



Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 2:24.41 frá Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í Antwerpen í 2007, og Signhild Joensen føroyska juniormetið á 2:25.14 frá Evropeisku Leikum í Baku í juni mánaða.

Sára betraði sostatt um føroyska metið við 5.12 sekundum, og um juniormetið við 5.85 sekundum.

Úrslitið rakk til eitt 25. pláss av 47 luttakandi nú í Singapore, og eitt 3. pláss um vit tilláta okkum at bara hyggja at yngsta árganginum 2001, sum Sára hoyrir til.

Ryggsvimjing er enn ikki nøkur sergrein sum so hjá Sáru, og hon hevði tí eisini eina tilmeldingartíð á ‘bara’ 2:40.07, til kappingina nú í Singapore. Tað sást aftur í morgun, við tað at hon snøgt sagt vant burtur úr hinum í sínum riðli, sum høvdu tilmeldingartíðir har á leið.

Sí úrslitalistan her á omegatiming.com

Ger viðmerking