Sára 9:20.94 og Vár 9:22.76 í 800 frí í Singapore

Í nátt vórðu fyrstu riðlarnir í 800 frí avgreiddir í Singapore, har eisini Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag skuldu royna seg. Og her megnaði Sára at seta persónligt met, tá ið hon við tíðini 9:20.94 varð nr 32 av teimum 42 luttakandi, meðan Vár við 9:22.76 varð nr 33.

Untitled

Tær 8 við bestu tilmeldingartíðum bíða til finaluumfarið í kvøld, og verða tá væntandi eisini um ikki tær skjótastu so nær við, so at Sára og Vár enda sum nr 40 og 41 av 50 luttakandi.
Mona Simonsen eigur enn føroyska metið á 9:18.65, frá HM í Melbourne í 2007, meðan Vár eigur føroyska juniormetið á 9:18.79, frá tá ið hon á Portugal Open var bara 14 hundraðpartar frá metinum hjá Monu.

Besta tíð hjá Sáru nakrantíð var til nú 9:23.65, frá tá ið hon vann gull á Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í Svøríki (og Vár tá silvur vil 9:25.45).

Um vit hyggja at aldursbólkinum 2001, so vóru Sára og Vár ávikavíst nr 8 og 9 av teimum 10 sum luttóku í morgun, har tær 8 sum luttaka í skjótasta riðli í dag allar eru eldri enn 2001. Skjótastu av teimum árgang 2001, vóru kinesiska Chang Yang við 8:44.54, og og írska Antoinette Neamt við 8:46.45. Spakuligast var Miroslava Bahr úr Honduras við 10:04.63. Eingir aðrir norðurlendingar royndu seg í hesi grein.

Úrslitalistin frá 800 frí í morgun sæst her á omegatiming.com.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.