Sára 5:08.64 í 400 blandað í Singapore

Sára Ryggshamar Nysted royndi seg í morgun í 400 metra blandaðari svimjing á HeimsMeistarastevnuni fyri Juniorar í Singapore, og svam hon har teinin uppá 5 minuttir 8 sekund og 64 hundraðpartar. Sára eigur sjálv føroyska metið á 5:08.00, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í juli mánaða.

Untitled

Hendan tíðin er næstbesta tíð sum Sára hevur svomið 400 blandað, og eisini næstbesta tíð yvirhøvur sum nøkur føroysk kvinna hevur svomið teinin. Nú í Singapore rakk tað til eitt 33. pláss av 41 luttakandi, har hin skjótasta svam 4:42.19 og hin spakuligasta 5:46.62.

Um vit tilláta okkum at avmarka úrslitalistan til yngsta árgang 2001, so var Sára triðskjótast, har rumenska Claudia Gadea svam 4:57.10 og turkiska Defne Kurt 4:57.38. Tær vóru 6 úr yngsta árganginum sum luttóku í hesi kapping í morgun.

úrslitalistan her

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.