Cecilia silvur á NM í 10 km Open Water

Cecilia Wigant Eysturdal megnaði í gjár at vinna silvur á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Open Water svimjing, tá ið tey kappaðust á 10 km teininum í Göteborg í Svøríki. Cecilia svam teinin uppá á 2 tímar 17 minuttir og 37 sekund, har svenska Ellen Olsson vann við 2:09:00. Ellen og Cecilia vóru eisini nr 1 og 2 í fjør, tá ið sama kapping varð avgreidd í Finnlandi.

Ger viðmerking