Heiðursmerkir til ÍSB-svimjararnar í Los Angeles

Heidi Eliasen og Eivindur Toftegaard luttóku í gjár í 100 metra rygg finalum á Special Olympics World Games í Los Angeles, og rakk tað í báðum førum til heiðursmerki. Heidi svam seg við tíðini 1:33.24 til eitt bronsumerki í bólkinum F3, og Eivindur svam seg við 1:37.22 til eitt silvurmerki í bólkinum M4.

(Heidi Eliasen, Eivindur Toftegaard og Signa Vár Dávadóttir. Dávur Eyðunsson Sørensen eigur myndina)

Teir tríggir ÍSB-svimjararnir royndu seg eisini í innleiðandi 100 frí, har Signa Vár Dávadóttir og Heidi Eliasen setti persónlig met. Finalurnar verða svomnar svomnar í dag, mánadag kl 15:20 LA tíð.

Signa Vár og Heidi venja til dagliga við Havnar Svimjifelag.

Úrslit hjá føroyingunum í LA kunnu síggjast her á la2015.org

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.