ÍSB-svimjarar til Special Olympics World Summer Games í Los Angeles

Føroyskir svimjarar royna seg í hesum døgum eisini ‘over there’, á Special Olympics World Games í Los Angeles. Vit frætta út LA at tey byrjaðu leygarmorgunin við at Heidi Eliasen og Eivindur Toftegaard royndu seg í 100 rygg, í brennisól og umleið 30 hitastigum, har tíðirnar tó vóru OK og serliga Eivindur yvirraskaði við at svimja áleið 8 sekund betri enn hansara tilmeldingartíð.

(Heidi Eliasen, Eivindur Toftegaard og Signa Vár Dávadóttir. Dávur Eyðunsson Sørensen eigur myndina)

Ger viðmerking