Flott úrslit til HS-svimjarar í Portugal

Svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag gjørdu veruliga vart við seg, nú á Portugal Open um vikuskiftið. Um eg ikki havi lisið galið, so vann Óli Mortensen í dag gull í 800 metra frísvimjing, umframt at hann í gjár setti føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing.Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti føroyskt met og juniormet í bæði 400 og 1500 frí, afturat at hava sett juniormet í 800 frí. Og allir 4 svimjarar hava betringar við heim í skjáttuni.

Óli Mortensen varð í gjár nummar 4 í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:00.90 aftanfyri danska Anton Ørskov Ipsen á 3:50.23, og portugisisku Gonzalo Carazo Barbero og Mario Alexandre Pereira á ávikavíst 4:00.54 og 4:00.64. Óli varð styrkismettur til eitt 6. pláss áðrenn kappingina.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard varð nummar 6 í somu kapping hjá kvinnum, við stórum nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 4:26.87. Cecilia Wigant Eysturdal átti føroyska metið á 4:30.47 frá Reykjavík International í januar mánaða, og Sára Ryggshamar Nysted føroyska juniormetið á 4:31.46 frá tá ið hon vann gull á NMU í Jönköping, fyrr í mánaðinum.

Astrið Foldarskarð varð nr 10 í innleiðandi 100 firvald, við tíðini 1:05.58 har hennara besta tíð nakrantíð áðrenn hetta var 1:06.06 frá Danish Open í mars mánaða. Hon valdi so eftir øllum at døma ta kappingina frá, fyri heldur at fokuserað uppá 50 frí, har hon í innleiðandi svam 14. bestu tíð 27.93, fyri síðani at vinna B-finaluna við 27.41. Besta tíð hjá Astrið nakrantíð er 27.27 í 50 frí, frá Mare Nostrum í Barelona í juni mánaða.

Í dag svam Óli Mortensen seg til fyrst eitt 11. pláss í innleiðandi 200 firvald, við imponerandi nýggjum føroyskum meti á 2:08.56, har hansara met frá Mare Nostrum í Canet í juni mánaða var 2:09.09. Hann meldaði eftir øllum at døma frá B-finaluna, fyri heldur at fokusera á besta riðil í 800 frí, sum hann vann við tíðini 8:15.60. Besta tíð hjá Óla nakrantíð er 8:13.75 í hesi grein, frá Mare Nostrum í Canet í fjør.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard megnaði at svimja seg til eitt fimtapláss í 1500 metra frísvimjing, við risa føroyskum meti og juniormeti á 17:32.83, har føroyska metið hjá Ceciliu Wigant Eysturdal frá Danish Open í fjør var 17:51.83, og Vár sjálv átti juniormetið á 17:58.03 frá Danish Open í mars mánaða. Ein persónlig betring á yvir 25 sekund hjá Vár, síðani juniormetið í mars mánaða.

Lena Rannváardóttir betraði í somu kapping munandi um sítt persónliga met, við at svimja seg til eitt 9. pláss við 18:09.25, har hennara besta tíð nakrantíð áðrenn hetta var 18:32.85 frá Danish Open í mars mánaða.

Astrið Foldaskarð royndi seg í 100 metra frísvimjing, og varð har nr 29 av 67 luttakandi. Tíðin 1:02.13, var nakað frá hennara bestu tíð nakrantíð, sum er 1:01.17 frá Mare Nostrum í Barcelona í summar.

Úrslit úr Portugal kunnu síggjast her á fpnatacao.pt

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.