Sára 5:08.00, NMU gull og føroyskt met í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted vann aftur nú seinnapartin eitt gullheiðursmerki á norðurlendsku meistarastevnuni í svimjing, tá ið hon í Rosenlundsbadet í Jönköping svam 400 metra blandað við risastórum nýggjum føroyskum meti, 5:08.00 har hennara føroyska met frá Danish Open í mars mánaða var 5:13.91. Donsku Mia Steen Duus og Laura Findahl Andersen vunnu ávikavíst silvur og bronsu, við 5:09.54 og 5:09.76. Sí úrslitalistan her

Untitled

Ger viðmerking