Sára 2:07.54, NMU gull og føroyskt met í 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted megnaði enn einaferð at vinna gull á norðurlendsku meistarastevnuni í svimjing, tá ið hon løtu aftaná at hava vunnið gull og sett føroyskt met í 400 metra blandað, gjørdi tað aftur í 200 metra frísvimjing. 2:07.54 og gull til Sáru, Suðuroyar Svimjifelag og Føroyar, frammanfyri donsku Amalie Søby Mortensen á 2:07.65 og Louise Back Andersen á 2:09.49, við eini tíð sum er nýtt føroyskt met og juniormet. Vár Erlingsdóttir Eidesgaard varð akkurát ov stutt til heiðursmerki, við 2:10.19 og einum fjórðaplássi. Sí úrslistalistan her

20150711DSC04357-noiseless

Systrarnar Cecilia og Victoria Wigant Eysturdal áttu ávikavíst føroyska metið og føroyska juniormetið á teininum, Cecilia við 2:08.02 frá Reykjavík International í januar mánaða, og Victoria við 2:09.63 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni fyri Ung í 2012. Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta var 2:11.47 frá Danish Open í mars mánaða, og besta tíð hjá Vár 2:14.63 frá NMU í fjør.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.