Meksikanskur doktari skal venja Ægir

Ægir hevur gjørt avtalu við Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo, doktari í ítrótti við sergrein í svimjing, at verða høvuðsvenjari hjá svimjifelagnum í Klaksvík. Hann byrjar nú miðskeiðis í juli mánaða, til at hjálpa Alva Hjelm við síðstu fyrireikingunum upp undir HM í Kazan, og kemur so annars at yvirtaka venjingina fyri Petur Heðin á Fløtti, sum fór frá sum høvuðsvenjari nú aftaná Oyggjaleikir á Jersey.

Dan, Jaime og John

(Dan Hjelm, Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo og John D. Olsen á FM 2015)

Dr. Juan Jaime Arroyo Toledo – ella Jaime, kallaður – er doktari í ítrótti sum í sínari ritgerð skrivaði um periodisering í svimjing. Periodisering er hátturin sum venjingin verður doserað yvir árið, har klassisk svimjivenjing byrjar við grundvenjing við fokus á úthaldni og grundleggjandi styrki, fyri síðani at skifta til meira intensa venjing, og tað sum svimjararnir nú einaferð skulu gera á týdningarmestu kappingum.

Jaime samanbar í doktararitgerð síni frá 2011 hesa klassisku periodisering við eitt hugtak kallað ‘reverse periodization’ (øvuta periodisering), har man í ein ávisan mun viðvendir nær tað ymiska skal gerast. Sum eg skilji tað, so leggur venjingin út við at vera ikki so drúgv men líka intens sum tað sum skal klárast í kapping, fyri síðani at gerast drúgvari so hvørt sum svimjarin klárar at halda støðið.

Út yvir sítt virki á lærdum háskúlum í Meksiko, Kuba, Týsklandi, Fraklandi og Spania, so hevur Jaime eisini virkað sum svimjivenjari síðani 1999, har hann millum annað hevur vant olympiskar svimjarar hjá Meksiko, Spania, Egyptalandi og Týsklandi. Hann hevur altjóða viðurkend svimjivenjaraprógv úr Meksiko, Spania, Týsklandi og USA (ASCA 5), og hevur eisini vant triatletar.

Hetta er sostatt nakað av eini kanón sum Ægir fær til Klaksvíkar, og sum vit í føroysku svimjingini fáa afturat okkara venjaratoymi. Handan øvuta periodiseringin er áhugaverd, um enn onkur av ‘okkum gomlu’ loyva okkum at vera eitt sindur skeptisk 🙂

Jaime var á vitjan í Føroyum í mai mánaða, og sá tá millum annað FM í svimjing. Tað var har at omanfyri standandi mynd varð tikin.

Ger viðmerking