Magnus og Frans royna seg á DM á langgeil

Danska meistarastevnan á langgeil er í hesum døgum í Bellahøj, har teir báðir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen eisini royna seg.

Leygardagin varð Frans nr 4 í 400 metra frísvimjing, við tíðini 4:03.55 aftanfyri Anton Ø. Ipsen á 3:51.18, Daniel Skaaning á 3:59.96 og Nicolas Blanch á 4:00.42.

Sama dag vann Magnus Jákupsson gull sum partur av liðnum hjá Farum, tá ið teir settu nýtt danskt met í 4×100 metra frísvimjing.

Sunnudagin varð Frans nr 6 í 100 metra frísvimjing, meðan Magnus við tíðini 25.85 vann gull í 50 metra ryggsvimjing.

Mánadagin vann Magnus bronsu í 50 metra firvaldasvimjing, við tíðini 24.75 aftanfyri Søren Dahl á 24.29 og Viktor B. Bromer á 24.53.

Kappingin heldur áfram í dag og í morgin. Til ber at síggja úrslitini her á livetiming.dk

Ger viðmerking