Fjórðu finalur á Jersey 2015

Enn eitt gott kvøld fyri Føroyar, har okkara svimjarar svumu seg til 2 gull, 2 silvur og 4 bronsuheiðursmerki, umframt at Jonna Bjartalíð Thomsen úr Ægir setti føroyskt met í 200 firvald, og Pál Joensen føroyskt met í 200 bringu, og at stafettirnar báðar settu landsliðsmet.



Kapping 33 – Kvinnur 100 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 5 við 1:06.60 og Ásbjørg Hjelm úr Ægir nr 8 við 1:08.16. Andrea Strachan úr Hetlandi vann greitt gull við 1:03.15, meðan Kara Hanlon frá Western Isles vann silvur við 1:05.17 og Laura Kinley av Man bronsu við 1:05.65.

Kapping 34 – Menn 400 frí – gull og silvur

Yvirbevísandi gull og silvur til Føroyar, tá ið Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam 3:53.27 og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag 3:54.65, frammanfyri Felix Gifford úr Hetlandi á 3:55.75.

Kapping 35 – Kvinnur 200 firvald – bronsa og føroyskt met

Her imponeraði Jonna Bjartalíð Thomsen úr Ægir við at berja seg til eitt bronsuheiðursmerki, í kapping har tað aftaná innleiðandi sá út til at fara at krevja føroyskt met at vinna nakað. Jonna legði hart út og svam seg til eitt stórt nýtt føroyskt met, 2:18.67 har metið hjá henni frá FM í mai var 2:21.70. Charlotte Atkinson av Man vann gull við 2:09.37 og Lara Butler av Cayman silvur við 1:18.01, meðan Olivia Rose Pollards av Jersey varð nr 4 við 2:21.18 – skjótari enn nú farna føroyska metið.

Kapping 36 – Menn 100 rygg

Her var eingin føroysk luttøka.

Kapping 37 – Kvinnur 100 frí – bronsa

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag megnaði at svimja seg til bronsuheiðursmerki, heilt nær silvurheiðursmerkinum, við tíðini 57.95 aftanfyri Charlotte Atkinson av Man á 57.03 og Courtney Butcher av Guernsey á 57.70. Elspa Mørkøre eigur føroyska metið á 57.41, meðan Guðrun Mortensen eigur føroyska juniormetið á 57.62. Besta tíð nakrantíð hjá Sáru var 58.03 frá MU í mai mánaða, áðrenn hetta.

Kapping 38 – Menn 50 frí – bronsa

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam seg til eitt bronsuheiðursmerki við 23.62, meðan Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 4 við 23.71. Miles Munro av Guernsey vann ikki óvæntað gull við 22.45 meðan Garth Jackson av Jersey vann silvur við 23.44. Besta tíð hjá Eyðbirni nakrantíð er 23.61 frá HS-stevnu í desember 2014, meðan Róland Toftum setti persónligt met nú í mun til 23.83 á FM 2015.

Kapping 39 – Kvinnur 50 rygg

Signhild Joensen úr Ægir og Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag vóru ov stuttar her, við ávikavist 30.70 og einum 6. plássi og 30.98 og einum 8. plássi, í harðari kapping har Kathryn Offer frá Western Isles vann gull við 28.79, Courtney Butcher av Guernsey silvur við 29.83 og Izabella Blacklock av Isle of Wight bronsu við 30.24.

Kapping 40 – Menn 200 bringu – gull og føroyskt met

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vann yvirbevísandi við nýggjum oyggjaleikameti og føroyskum meti á 2:14.82, frammanfyri Guy Davies av Man á 2:16.81 og Giovanni Guarino av Jersey á 2:17.22. Bartal Hestoy varð nr 4 við 2:20.02. Føroyska metið hjá Páli var 2:15.59 áðrenn hetta, frá HS-stevnu í apríl mánaða í 2012.

Kapping 41 – Kvinnur 4×100 blandað – silvur og landsliðsmet

Føroysku kvinnurnar svumu seg til eitt silvurheiðursmerki við 4:19.64, í kapping har Isle of Man tók gullið við 4:15.64 og Guernsey bronsuna við 4:29.33. Tær fýra sum svumu vóru Signhild Joensen, Ásbjørg Hjelm, Astrið Foldarskarð og Sára Nysted, og svumu tær her greitt nýtt føroyskt landsliðsmet, í mun til 4:22.92 sum Birita Debes, Malan V. Bærendsen, Bjørg Seloy og Shaila millum Garðarnar svumu á Oyggjaleikum í 2009.

Kapping 42 – Menn 4×100 frí – bronsa og landsliðsmet

Liðið hjá Føroyum svam seg her við tíðini 3:26.31 til eitt bronsuheiðursmerki, aftanfyri Guernsey á 3:21.46 og Jersey á 3:23.44. Teir sum svumu fyri Føroyar vóru Eyðbjørn Joensen, Pál Joensen, Róland Toftum og Óli Mortensen. Tíðin var greitt nýtt føroyskt landsliðsmet, í mun til 3:27.14 sum Kári J. á Høvdanum, Pauli Ø. Mohr, Andrass Thomsen og Pál Joensen svumu í ‘superdrakt’ á Oyggjaleikum á Álandi í 2009.

Aftaná hetta var stuttleikakappingin 8×50 frí fyri menn og kvinnur, har Føroyar vann silvur aftanfyri Isle of Man. Síðani var ein eyka stuttleikakapping har liðini vórðu blandað millum oyggjarnar umframt at leiðarar og dómarar eisini svumu við. Og so varð farið til endaveitslu við barbeque á eini strond nærhendis.

Ger viðmerking