Triðju finalur á Jersey 2015

Ein harður dagur yvirstaðin, har føroyska liðið ikki stóð til at fara at gera tær stóru skreytirnar, men tó megnaði at vinna 1 gull og 4 bronsu, umframt at Sára Nysted setti nýtt juniormet í 400 frí, og kvinnustafettin setti nýtt landsliðsmet í 4×100 frí. Tað verður sagt at vit í verandi løtu enn føra kappingina um flest gullheiðursmerki á svimjistevnuni, við 8 gullheiðursmerkjum har Jersey sum nr 2 hevur 6.



Kapping 23 – Menn 100 blandað

Alvi Hjelm úr Ægir og Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag vórðu ávikavíst nr 4 og 6 við 58.78 og 59.00, í kapping har eingin ivi var um hvør ið átti at vinna gullið, nevniliga Shaune Fraser av Cayman á 54.42.

Kapping 24 – Kvinnur 400 frí

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag vann gullið við nýggjum juniormeti 4:21.27, í kapping har Vár Erlingsdóttir Eidesgaard annars førdi líka upp til hon taldi skeivt og gjørdi innslag við 350 metrar, so at hon mátti ‘noyðast’ við bronsu og persónligum meti á 4:24.72.

Kapping 25 – Menn 200 rygg

Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag kundi ikki gera so nógv her, men mátti noyðast við 2:12.79 og eitt 8. pláss, har Thomas Gallichan av Jersey vann gull við 2:01.97.

Kapping 26 – Kvinnur 100 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir royndi tað hon kundi, men mátti noyðast við eitt fimtapláss á 1:13.16, éin hundraðpart aftanfyri nr 4 á 1:13.15. Tað hevði kravt eina stóra betring av føroyska metinum hjá Ásbjørg á 1:11.53, um hon skuldi kunnað tikið bronsuna sum Laura Kinley vann við 1:10.21, og enn meira at taka gull og silvur á 1:08.33 og 1:08.54.

Kapping 27 – Menn 100 frí

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 5 við 51.28, har Fraser beiggjarnir Brett og Shaune vunnu ávikavíst gull og silvur við 49.13 og 49.64.

Kapping 28 – Kvinnur 50 frí

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag varð nr 6 við 26.73, í kapping har Charlotte Atkinson av Man vann gull við 26.14. Besta tíð hjá Astrið er annars 26.22, sum hevði kunnað rokkið til eitt silvurheiðursmerki í dag. Men hon er ikki fult niðurtrappað, vegna venjing fram ímóti HM í august.

Kapping 29 – Menn 50 firvald

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð nr 5 við 25.41, í kapping har Fraser beiggjarnir av Cayman aftur tóku gull og silvur, Brett við 23.96 og Shaune við 25.43.

Kapping 30 – Kvinnur 200 rygg

Signhild Joensen úr Ægir kempaði seg til eitt bronsuheiðursmerki við 2:18.63, eitt vet aftanfyri silvurvinnaran Laru Butler av Cayman á 2:18.43. Courtney Butcher av Guernsey vann greitt við 2:15.32, meðan Maria Antoft varð nr 8 við 2:26.26.

Kapping 31 – Menn 4×100 blandað

Føroyska liðið bardi seg til eitt bronsuheiðursmerki, við 3:50.51 aftanfyri Jersey á 3:42.91 og Guernsey á 3:46.99. Teir fýra vóru Alvi Hjelm, Pál Joensen, Óli Mortensen og Róland Toftum. Landsliðsmetið frá Oyggjaleikum á Álandi í 2009 stendur óskalað á 3:49.68.

Kapping 32 – Kvinnur 4×100 frí

Føroysku dámurnar sorlaðu føroyska landsliðsmetið á 3:59.54 frá Oyggjaleikum í 2007, við nú at svimja 3:54.02. Hetta rakk til eitt bronsuheiðursmerki á stevnuni, aftanfyri Jersey á 3:52.88 og Isle of Man á 3:53.29. Tær sum svumu vóru Astrið Foldarskarð, Vár E. Eidesgaard, Signhild Joensen og Sára Nysted.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.