Fyrstu riðlar á Jersey 2015

Í morgun vórðu fyrstu innleiðandi riðlar avgreiddir á svimjistevnuni á Oyggjaleikum á Jersey, og gekk tað bara upp á stás hjá føroyingunum. So gott sum allir føroysku luttakararnir svumu seg víðari til finalu í kvøld, í fleiri førum við góðum heiðursmerkjavánum.



Skjótt upplistað er støðan

Kapping 1 – Menn 1500 frí

Her svam veikari riðilin í morgun, meðan Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag bíða til skjótasta riðil í kvøld, har teir hava ávíkavist bestu og næstbestu tilmelidngartíð. Teir eru báðir væl fyri.

Kapping 2 – Kvinnur 400 blandað

Her svam Sára Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag skjótast av øllum í morgun, 5:03.44 frammanfyri Beckie Scaife av Jersey sum svam 5:07,95, Lara Butler av Cayman sum svam 5:11.48, og Vár Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag sum svam 5:13.36. Sára tykiskt øgiliga sterk.

Kapping 3 – Menn 200 firvald

Her svam Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag triðbestu tíð av øllum, 2:07.24 aftanfyri Felix Gifford úr Hetlandi á 2:04.53 og Cameron Donaldson av Jersey á 2:06.67. Óli hevur nokk eitt eyka gear til í kvøld, men spurningurin er tá sjálvsagt um ikki hinir eisini hava tað.

Kapping 4 – Kvinnur 100 firvald

Her tykiskt tann 6 føtur høga Charlotte Atkinson av Isle of Man rættiliga einaráðandi, við nýggjum Oyggjaleikameti í morgun á 59.99, frammanfyri Oliviu R. Pollard av Jersey á 1:02.72, Jonnu Thomsen úr Ægir á 1:03.29, Laru Butler av Cayman á tíð 1:04.73, og Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag á 1:05.03. Jonna tykiskt heilt væl fyri, meðan Astrið ikki er heilt 100%, møguliga vegna okkurt hon hevur etið ella drukkið.

Kapping 5 – Menn 100 bringu

Her svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag yvirbevísandi 1:03.46 og næstbestu tíð, aftanfyri Ian Black av Jersey á 1:02.57 men frammanfyri Guy Davies av Isle of Man á 1:03.54. Pál svam seg ikki fult út, men tað tyktiskt hasin Ian heldur ikki at gera. Bartal Hestoy úr Havnar Svimjifelag er eisini í finaluni, við 1:05.64 og 6. bestu tíð.

Kapping 6 – Kvinnur 50 bringu

Her eydnaðist tað Ásbjørg Hjelm úr Ægi rat svimja seg í finaluna, við 33.29 og 5. bestu tíð, hóast hon er eitt sindur slitin av svimjistevnuni á Evropeisku Leikum í síðstu viku, og av longu ferðini úr Baku til Jersey. Hon kann vónandi sníkjandi seg upp millum heiðursmerkini, hóast tær allarfremstu tykjast øgiliga sterkar, Kara A. Hanlon frá Western Isles á 31.33 og Andrea Strachan úr Hetlandi á 31.80.

Kapping 7 – Menn 50 rygg

Her svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag seg til 28.14 og 10. bestu tíð og eitt pláss sum eykamaður til finaluna, sum merkir at hann ikki kemur at svimja uttan so at tveir melda frá. Hetta var ikki óvæntað, tí Marius er fyrst og fremst langteinasvimjari, sum nú svimur rygg á oyggjaleikum tí at vit í løtuni mangla mannligar svimjarar í hesi greinini.

Kapping 8 – Kvinnur 200 frí

Her svam Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag 2:04.56 og bestu tíð av øllum, meðan Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag svam 2:08.97 og 6. bestu tíð. Báðar eru sostatt víðari til finalu í kvøld, har pláss er fyri 8, og sær tað út til at fara at verða ein øgilig kapping.

Kapping 9 – Menn 200 blandað

Her svam Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag 2:07.50 og bestu tíð av øllum, meðan Alvi Hjelm úr Ægir svam 2:09.89 og 6. bestu tíð. Báðir eru víðari til finaluna, har spennandi verður at síggja, hvør sum hevur spart mest uppá krútið.

Kapping 10 – Kvinnur 4×50 frí

Her svumu okkara kvinnur 1:50.81 og næstbestu tíð av øllum, aftanfyri Guernsey á 1:50.49 men frammanfyri Jersey á 1:51.17. Ætlanin er at skifta tvær av kvinnunum út til finaluna í kvøld, so at okkara lið verður enn sterkari. Tær sum svumu í morgun vóru Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag, Lív E. Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag, Signhild Joensen úr Ægir og Jonna B. Thomsen úr Ægir.

Kapping 11 – Menn 4×50 blandað

Her svumu okkara lið 1:45.75 og skjótast av øllum, í harðari kapping við Cayman á 1:45.94. Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag svam rygg, Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag bringu, Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag firvald og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag frí.

Allir úrslitalistarnir kunnu finnast her á jersey2015results.com

Ger viðmerking