Fyrstu finalur á Jersey 2015

Í kvøld varð fyrsti finalupartur avgreiddur á svimjistevnuni á Oyggjaleikum á Jersey, við góðum úrslitum til føroyingar. Tilsamans vunnu okkara svimjarar 3 gull, fýra silvur og fimm bronsuheiðursmerki, umframt at trý føroysk met vórðu sett.



Kapping 1 – Menn 1500 frí

Pál Joensen legði hart út við trýsta oyggjaleikametið eini 31 sekund niður, frá 15:28.85 sum hann svam í 2011, til 14:57.73 nú. Tíðin er væl frá føroyska metinum hjá Páli, á 14:26.54, men varð tó so móttikin við glógvandi lógvabrestum í høllini. Óli Mortensen megnaði stamstundis at vinna silvurið við tíðini 15:34.94, í kapping har hann eina løtu møtti mótstøðu, fyri síðani at draga frá.

Kapping 2 – Kvinnur 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted var suveræn og vann við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 4:51.57. Hon átti sjálv metini á 4:55.81, frá HS-stevnu í apríl mánaða. Vár Eidesgaard var í harðari kapping longri afturi, men megnaði at enda at vinna bronsu við 5:04.46.

Kapping 3 – Menn 200 firvald

Óli Mortensen megnaði at vinna bronsu við 2:04.21, hóast tað ikki var meira enn ein løta síðani at hann hevði svomið seg til bronsuheiðursmerki í 1500 metra frísvimjing. Óli eigur sjálvur føroyska metið á 2:03.69, frá FM í mai mánaða.

Kapping 4 – Kvinnur 100 firvald

Astrið Foldarskarð megnaði at vinna bronsu við 1:02.76, eitt vet frammanfyri Jonnu Thomsen á 1:02.84 og fjórðaplássi. Charlotte Atkinson av Man vann gull við nýggjum oyggjaleikameti 59.31.

Kapping 5 – Menn 100 bringu

Pál Joensen megnaði at vinna silvur við nýggjum føroyskum meti á 1:02.80, har hansara met frá FM í 2013 var 1:03.00. Ian Black legði hart út og førdi líka á mál, til vinnaratíðina 1:00.24, men eina løtu var tað tó rættiliga spennandi, sum Black viknaði meðan Pál kom aftur.

Kapping 6 – Kvinnur 50 bringu

Ásbjørg Hjelm svam seg til eitt fimtapláss við 32.94, har vinnarin Andrea Strachan úr Hetlandi svam 31.68. Tíðin hjá Ásbjørg var nær hennara føroyska meti á 32.70, hóast hon kann hugsast at vera eitt sindur moyr aftaná Evropeisku Leikir og ferðing higani.

Kapping 7 – Menn 50 rygg

Her áttu vit ongan finalist.

Kapping 8 – Kvinnur 200 frí

Sára Ryggshamar Nysted megnaði at vinna gull við nýggjum føroyskum meti og juniormeti á 2:02.60, har metið hjá Elspu Mørkøre frá donsku meistarastevnuni á stuttgeil í 2007 var 2:03.15. Vár E. Eidesgaard svam seg til eitt fimtapláss við tíðini 2:08.06.

Kapping 9 – Menn 200 blandað

Pál Joensen megnaði at vinna silvur við 2:02.88, í kapping har Shaune Fraser av Cayman legði hart út í firvaldasvimjingini, fyri síðani at verða innheintaður nakað so hvørt sum kappingin leið. Alvi Hjelm svam eisini imponerandi úti á uttarageil, eitt sindur pressaður fyrst fyri síðani at taka bronsuna við 2:05.29.

Kapping 10 – Kvinnur 4×50 frí

Her sá heilt gott út hjá føroysku kvinnunum, líka til allarsíðstu tøkini tá ið Laura Kinley av Isle of Man akkurát kláraði at innheinta Sáru Nysted, til at vinna 1:47.07 á føroyingunum á 1:47.40.

Kapping 11 – Menn 4×50 blandað

Her komu vit nakað væl afturum aftaná fyrstu ryggsvimjingina, fyri síðani at hála okkum inn aftur í kappingina, uttan tó at koma framum hinar. Men síðstu 50 frí svam Róland Toftum óførar 22.9, til at heinta okkum bronsuna við 1:44.42.

Saman um tikið ein óførur dagur fyri føroyingar, sum Rui segði tað ‘great but not fantastic’. Lagið er gott í føroyska hópinum, og síggja vit spennt fram til dagin í morgin.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.