Fjórði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Føroysku svimjararnir tykjast nær toppformi, nú fjórði dagur varð avgreiddur á Evropeisku Leikum í Baku. Ásbjørg Hjelm setti føroyskt met og juniormet í 100 metra bringusvimjing, Signhild Joensen setti juniormet í 100 rygg, og hini trý Lív, Maria og Marius betraðu øll um síni persónligu met.

Í 50 frí svam Lív Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 28.12 sekund, sum rakk til eitt 53. pláss av 58 luttakandi. Hetta var persónligt met hjá Lív, í mun til hennara til nú bestu tíð á 28.36 sekund frá stevnu í Hafnarfirði í 2013.

Í 100 rygg setti Signhild Joensen úr Ægir nýtt føroyskt juniormet við tíðini 1:06.90, sum rakk til eitt 31. pláss av 41 luttakandi. Hon átti sjálv føroyska juniormetið á 1:07.49, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Í somu kapping svam Maria Antoft úr Havnar Svimjfelag teinin uppá 1:08.80, sum rakk til eitt 35. pláss av teimum 41 luttakandi. Hennara til nú besta tíð var 1:08.98 frá Danish Open í mars mánaða, og betraði sostatt um sítt persónliga met.

Í 200 frí svam Marius Ihlen Gardshodn úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 1:59.41, sum rakk til eitt 51. pláss av 53 luttakandi. Hetta var stórt nýtt persónlig met í mun til hansara til nú bestu tíð á 2:04.73 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni í fjør summar, og eisini fyrsta tíð undir 2 minuttir.

Og í 100 bringu setti Ásbjørg Hjelm úr Ægir nýtt føroyskt met og juniormet við tíðini 1:15.77, sum rakk til eitt 33. pláss av 35 luttakandi. Hon átti sjálv føroyska metið á 1:15.77 frá Reykjavík International í januar mánaða.

Fimta og seinasta dag er tað bara Lív av hesum fimm sum skal royna seg, tá ið hon luttekur í 50 metra firvaldasvimjing. Harvið er føroyska luttøkan nú um at vera liðug á Evropeisku Leikum 2015, við sum heild góðum góðum úrslitum.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.