Triði dagur á Evropeisku Leikum í Baku

Í dag skuldu tær báðar Signhild Joensen úr Ægir og Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag royna seg í 50 metra ryggsvimjing á Evropeisku Leikum í Baku, og megnaðu báðar at kvinka síni persónligu met eitt petti niður.

Signhild svam teinin uppá 31.42 sekund, sum rakk til eitt 41. pláss av 47 luttakandi. Hennara til nú besta tíð var 31.80 frá Norðurlendsku Meistarastevnuni í fjør.

Maria svam teir 50 uppá 31.78 sekund, sum rakk til eitt 43. pláss. Hennara besta tíð til nú var 31.83 sekund, frá Danish Open í mars mánaða.

Birita Debes eigur føroyska juniormetið á 30.68 frá Small States stevnuni í Hafnafirði í 2010, og føroyska metið á 30.12 frá Danish Open í 2013.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.