Síðsti dagur áðrenn kapping í Baku

Dagurin í dag bar brá av at svimjistevnan byrjar í morgin, tí alt handlaði um at venja róligt og hvíla og ikki stressa. Og so líka at venja seg við forskotnu klokkutíðirnar eisini, í mun til tær sum vit komu frá í Føroyum.



Svimjararnir fóru upp klokkan 6, sum er klokkan 2 um náttina í Føroyum, at eta og so út í høllina at svimja. Tey mugu kunna svimja skjótt longu kl 9:30 um morgunin, og tí venja seg við at fara upp fleiri tímar áðrenn tað, eisini hóast vit hava mist 4 tímar í mun til heima.

Afturkomin handlaði tað, ja, aftur um at eta og hvíla, og so fóru vit eitt smutt við teimum hvítu taxabilunum oman í gamla býin, og at síggja Kaspiska havið.

So heim aftur, eta okkurt um neyðugt, og út í høllina at venja. Vit koyra nógv, men lukkutíð eru bussarnir av luksus-slagnum, og hasir hvítu taxa-bilarnir eisini ógvuliga behagiligir.

Í kvøld høvdu vit ein síðsta fund áðrenn kapping, har vit millum annað gjøgnumgingu mannagongdina runt dopingkontrol. Hetta so at einki har skal koma óvart á nakran.

Lagið er gott í hópinum, og øll eru sera spennt uppá morgindagin. Men sum Petur Heðin segði tað í kvøld, so er tað ikki heilt líkatil at ‘raka dagin’ bæði nú hesar næstu 5 dagarnar í Baku, fyri síðani at skula gera tað aftur í 4 dagar á Jersey í næstu viku.

Vit vóna tað besta, og fara so í øllum førum at royna eftir bestu tíðum. Og hugna okkum. Og ikki stressa. Nú á midnátt er alvorliga songartíð – øll hini eru farin í song, tí vit skulu upp klokkan 6 og 7, alt eftir um man svimur fyrst ella síðst í stevnupartinum í morgin.

Vegna Svimjisamband Føroya

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking