Pál 7:58.98 og nr 5 á í 800 frí á Mare Nostrum í Barcelona

Pál Joensen svam seg í dag til eitt fimtapláss á Mare Nostrum stevnuni í Barcelona, tá ið teir svumu finalu í 800 metra frísvimjing. Pál svam teinin uppá 7:58.98, meðan kanadiski Ryan Cochrane vann við nýggjum stevnumeti 7:52.51, bretski Stephen Milne vann silvur við 7:56.12, suðurafrikanski Devon Myles Brown vann bronsu við 7:58.35, og norski Henrik Christiansen varð nr 4 við 7:58.45.



Cochrane fór beinanvegin frá hinum, og førdi bara meira og meira sum fráleið. Pál fylgdist við Milne og Brown, meðan Christansen lá eitt vet aftanfyri. Teir vóru fyri so vítt javnir upp til 500 metrar, tá ið Milne byrjaði at pressa og Christiansen heintaði teir inn aftur. Milne dró so eitt sindur frá, meðan hinir avgjørdu tað í endaspurtinum, til at vera 63 hundraðpartar millum bronsu og nr 5.

Tey eru nú liðug við at svimja kapp í Barcelona, og fara so víðari til Monaco at kappast nú í vikuskiftinum. Pál verður einasti føroyski luttakari har, meðan hini fimm fara heim at fyrireika seg til Oyggjaleikir og hvat Ásbjørg Hjelm eisini viðvíkur Evropeisku Leikir í Baku.

Ger viðmerking