Fyrstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Barcelona

Mare Nostrum stevnan nummar 2 í røðini byrjaði í Barcelona í morgun, har eisini føroyskir svimjarar royndu seg. Astrið Foldarskarð var líka við at taka føroyska metið í 50 metra frísvimjing, og Eyðbjørn Joensen setti persónligt met í 50 metra firvaldasvimjing.



Í 50 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir teinin uppá 34.95 sekund, sum rakk til eitt 49. pláss av 56 luttakandi. Hon eigur føroyska metið á 34.61, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Í 50 firvald svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag teinin uppá 26.01 sekund, sum rakk til eitt 44. pláss av 61 luttakandi. Hansara besta tíð var 26.04 sekund, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Í 50 frí svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag teinin uppá 27.27 sekund, sum rakk til eitt 48. pláss av 73 luttakandi. Guðrun Mortensen eigur føroyska metið á 27.23 sekund, frá EM í 2012.

Í 200 bringu svam Ásbjørg Hjelm úr Ægir teinin uppá 2:51.76, sum rakk til eitt 40. pláss av 43 luttakandi. Hon eigur føroyska metið á 2:44.46, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Astrið royndi seg løtu seinni í 100 metra firvaldasvimjing, har hon við tíðini 1:07.28 varð nr 49 av 50 luttakandi. Hennara besta tíð er 1:06.06 í hesari greinini, frá Danish Open í mars mánaða.

Alvi Hjelm úr Ægir royndi seg í 200 metra blandaðari svimjing, har hann við tíðini 2:12.62 varð nr 27 av 39 luttakandi. Hansara besta tíð er 2:10.81 í hesari greinini, frá Danish Open í mars mánaða.

í 400 frí varð Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag nr 17 av 58 luttakandi við 3:55.78 , og Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag nr 40 við 4:04.85. Besta tíð hjá Óla er 3:59.67 frá EJM í Dordrecht í 2014, meðan Pál eigur føroyska metið á 3:46.84 frá Danish Open í 2012.

Ger viðmerking