Næstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Canet

Føroyskir svimjarar hava aftur í morgun roynt seg á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og gekk tað bara heilt ókey. Óli Mortensen setti føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing, og seinnapartin skulu hann og Pál so royna seg í finalum í 1500 frí.



Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam 50 metra bringusvimjing uppá 35.33 sekund, sum rakk til eitt 41. pláss millum tær 47 sum luttóku. Hon eigur føroyska metið á 34.61 sekund, frá Reykjavík International í januar mánaða.

Eyðbjørn Joensen luttók í 50 metra bringusvimjing, har hann við tíðini 31.85 varð nr 48 av teimum 51 luttakandi. Besta tíð hjá honum er 31.48 frá Danish Open í mars mánaða.

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag luttók í 50 metra firvaldasvimjing, har hon varð nr 28.79 varð nr 47 av 60 luttakandi. Hon eigur føroyska metið á 28.29 frá Danish Open í 2014.

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag svam síðani 50 metra firvaldasvimjing uppá 26.20 sekund, sum rakk til eitt 57. pláss av 78 í teirri kappingini. Besta tíð hjá honum er 26.04 sekund frá Reykjavík International í januar mánaða.

Óli Mortensen luttók í 200 metra firvaldasvimjing, og setti har nýtt føroyskt met við tíðini 2:09.09, har hann sjálvur átti føroyska metið á 2:09.45 frá Reykjavík International í mars mánaða. Hetta rakk til eitt 45. pláss millum teir 54 sum svumu 200 firvald í morgun.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir luttók eisini í 200 metra bringusvimjing, har hon við tíðini 2:51.41 varð nr 30 av teimum 32 í teimum skjótastu riðlunum. Ásbjørg eigur føroyska metið á 2:44.46 frá Reykjavík International í januar mánaða.

Og Alvi Hjelm úr Ægir luttók í 200 metra blandaðari svimjing, har hann við tíðini 2:11.70 varð nr 29 av 36 luttakandi í skjótastu riðlum. Besta tíð hjá honum er 2:10.81 frá Danish Open í mars mánaða.

Hatta skuldi verið tað fyri í dag. Seinnapartin er Óli Mortensen í B-finalu í 1500 metra frísvimjing, og Pál Joensen í A-finaluni við næstbestu tíð av øllum. B-finalan byrjar klokkan 15:07 føroyska tíð, og A-finalan klokkan 17:18, sambært skránni á liveffn.com

Í morgin venja tey í Canet, og fara so týsdagin aftur til Barcelona, har tey mikudagin og hósdagin skulu royna seg í næsta parti av Mare Nostrum stevnurøðini.

Ger viðmerking