Pál í A-finalu í 400 frí á Mare Nostrum í Canet

Sum tit kunnu lesa her á liveffin.com, so er Pál Joensen í A-finalu á Mare Nostrum stevnuni í Canet, tá ið teir klokkan 17:27 føroyska tíð svimja finalu í 400 metra frísvimjing. Hann var annars við 9. bestu tíð akkurát uttanfyri finaluna í morgun, men sleppur í hana tí at bretski Max Litchfield hevur meldað frá. Finalurnar kunnu síggjast beinleiðis í sjónvarpinum, til dømis á danska TV2 Sporten.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.