Pál 3:53.03 og nr 7 í 400 frí á Mare Nostrum í Canet

Pál Joensen hevur júst luttikið í 400 metra frísvimjing, og varð har nr 7 av teimum 8 í finaluni, við tíðini 3:53.03. Eitt gott sekund skjótari enn hansara 3:54.29, og 2 plaseringar betri eisini.



Suðurafrikanski Devon Myles Brown legði harðast út, og legði seg greitt á odda næstan beinanvegin. Bretski James Guy fylgdi nøkulunda við, og kundi so svara aftur ímóti endanum, til at taka leiðsluna og sigurin í Canet, meðan Brown tók silvuri.

Kanadiski Ryan Cochrane svam meira kontrollerað, til at taka bronsuna sum hin fremsti av feltinum aftanfyri Guy og Brown.

Pál var aftast aftaná fyrstu 100 metrarnar, men kom so inn aftur í kappingina sum út leið, og slapp so framum franska Jordan Pothain á síðsta strekkinum.

Pál og Ryan Cochrane eru eftir øllum at døma teir einastu av hesum 8 sum fara at royna seg í 1500 eisini, tá ið tann kappingin verður í morgin.

Cochrane svam nú 3:49.95 í 400 í mun til Pál á 3:53.03, meðan aðrir sum vit fara at síggja í finaluni í morgin eru bretski Jay Lelliott sum svam 3:54.32 í 400 í morgun, og ukrainski Sergiy Frolov sum svam 3:56.18.

Har burdi verið møguleiki fyri heiðursmerki, um enn Cochrane er favorittur at taka gullið.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.