Fyrstu riðlar avgreiddir á Mare Nostrum í Canet

Nú er fyrsti stevnupartur um at vera liðugur á Mare Nostrum stevnuni í Canet-en-Roussillon, og allir føroyingarnir hava roynt seg. Astrið hevur sett persónligt met í 50 metra frísvimjing, og Pál var líka við at koma í A-finaluna í 400 metra frísvimjing.



Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag svam 50 frí uppá 27.49 sekund, har besta tíð hjá henni áðrenn hetta var 27.64 frá Danish Open í Brønshøj í mars mánaða. Hetta rakk til eitt 69. pláss av 91 luttakandi, og Astrið er nú nakað væl nærri føroyska metinum hjá Guðruni Mortensen, sum er 27.23 frá EM í 2012.

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg eisini í 50 metra frísvimjing, og varð har við tíðini 25.61 nr 70 av 85 luttakandi. Tað er eitt sindur frá hansara bestu tíð, sum er 25.12 frá EJM í Poznan í 2013

Pál Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag varð við tíðini 3:54.29 nr 9 av 32 luttakandi í 400 metra frísvimjing, og var sostatt beint uttanfyri tey 8 plássini sum eru til A-finaluna seinnapartin. Pál svam 3:55.97 í innleiðandi á Bergen Swim Festival síðsta vikuskifti, og síðani 3:51.32 í finaluni.

Ásbjørg Hjelm úr Ægir svam 1:19.40 í 100 bringu, sum er nokk so langt frá hennara føroyska meti á 1:15.77 frá Reykjavík International í januar mánaða. Tað rakk til eitt 39. pláss av 40 luttakandi í skjótastu 5 riðlunum, har nakrir eftir øllum at døma koma afturat nú um eina løtu.

Alvi Hjelm úr Ægir svam 4:40.04 í 400 blandað, sum rakk til eitt 21. av 32 luttakandi í skjótastu riðlunum har. Besta tíð hjá honum er 4:36.22 frá Danish Open í Brønshøj í mars mánaða.

Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag royndi seg so aftur í 100 firvald, har hann við tíðini í 1:01.92 varð nr 63 av 64 lutakandi í skjótastu riðlunum. Besta tíð hjá honum er 1:00.39 frá Reykjavík International í januar mánaða.

Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag kláraði 1:06.33 í 100 metra firvaldasvimjing, sum rakk til eitt 44. pláss av 48 luttakandi í skjótastu 6 riðlunum. Tað var eitt vet frá hennara bestu tíð á 1:06.06 frá Danish Open í Brønshøj í mars mánaða.

Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag svam 4:03.04 í 400 metra frísvimjing, har besta tíð hjá honum er 3:59.67 frá EJM í Dordrecht í 2014. Hetta rakk til eitt 37. pláss av 59 luttakandi.

Hetta skuldi verið tað fyri føroyingarnar í dag. Í morgin fer Ásbjørg at royna seg í 50 og 200 bringu, Alvi í 200 blandað, Eyðbjørn í 50 bringu, 50 firvald og 100 frí, og Pál og Óli í 1500 frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.