Cecilia svomið av Syðradali til Klaksvíkar í dag

Cecilia Wigant Eysturdal svam í dag av Syðradali til Klaksvíkar, sum liður í venjing síni fram í móti norðurlendsku meistarastevnuni í open water, sum verður í Svøríki í august. Teinurin í dag var góðar 5 kilometrar, sum Cecilia svam uppá 1 tíma, 21 minuttir og 3 sekund.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.