Úttøka til NMU 2015 í Jönköping

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Starvsnevnd SSF avgjørdi á fundi í gjárkvøldið at taka út fylgjandi svimjarar til Norðurlendsku Meistarastevnuna 2015, sum verður í Jönköping í Svøríki frá 11. til 12. juli 2015.

  • Sára Ryggshamar Nysted (2001), Suðuroyar Svimjifelag
  • Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Havnar Svimjifelag
  • Birni Sigvardsen (1999), Havnar Svimjifelag
  • Rókur Trygvason (2000), Reysti

Úttøkan er fyrst og fremst grundað á FINA stig rokkin í hesum ári, har vit sum undanfarin ár hava valt 500 FINA stig at vera lægstamark.

Ger viðmerking