FM-vinnarir aftur metskjótir

Gulltíðirnar á FM-stevnunum hava í miðal verið skjótari og skjótari ár um ár tey seinastu árini. Í fjør var steðgur í framgongdini, tó hildu vinnarnir tørn í mun til FM 2013. Teir seinastu dagarnir hava vinnararnir aftur svomið metskjótar FM tíðir.

Tá tíðirnar verða umroknaðar til FINA-stig, ber til at leggja úrslitini saman tvørtur um greinar og kyn, og finna miðal fyri hvørja FM-stevnu. Her síggja vit gullúrslitini í einstaklingakappingum í leypandi FINA-stigum, ið vísir hvussu svimjararnir lógu og liggja í mun til umheimin, og í føstum 2009 FINA-stigum, ið vísir framgongdina í Føroyum ár um ár.


Í 10 einstaklingakappingum vórðu stevnumet sett, harav vóru 5 føroysk met: 800 frí, 50 bringa, 100 bringa, 100 firvald, 200 firvald og 400 blandað hjá kvinnum, 200 frí, 1500 frí, 200 firvald og 200 blandað hjá monnum.


Færri met hava verið sett á FM í ár og fjør enn undanfarnu ár.


Støðið í 50 frí hjá kvinnum er framvegis høgt. Finalistarnir í hesi grein vóru framúr…

…meðan samlaði hópurin var lá eitt vet lægri í mun til undanfarnu ár. Í boks-diagrammum er spjaðingin lýst við eini ovaru striku, einum kassa í miðuni og eini niðaru striku. Tann ovara strikan umboðar ovastu 25%, tann niðasta strikan niðastu 25% og kassin tey 50% sum liggja mitt í millum. Til dømis, við at trýsta á kassan fyri 2015, so sæst, at tann besta tíðin var 26.22 sekund, tey fremstu 25% svumu skjótari enn 29.59 sekund, tey spakuligastu 25% svumu spakuligari enn 33.10 sekund og spakuligasta tíðin var 34.59 sekund. Langir kassar og langar strikur merkir stór spjaðing millum svimjarar. Umvent smáir kassar og stuttar strikur vísa ein tættan hóp við lítlari spjaðing.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.