Føroysk met og juniormet í 2015

Vit eru sum ikki einaferð í einum sterkum stima í føroyskari svimjing, sum viðførir at fólk missa talið á øllum metunum sum sett hava verið í ár. Her niðanfyri er eitt vónandi rættvísandi yvirlit, sum sigur at tað til nú hava verið sett 24 føroysk met í 2015, og 37 føroysk juniormet.



Ásbjørg Hjelm úr Ægir hevur sett tilsamans 9 føroysk met í ár, umframt umframt 1 sum partur av stafettini hjá Ægir í 4×100 metra blandaðari svimjing í gjár, meðan Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag er tann sum hevur sett flest juniormet, á 17 tilsamans.

Ægir hevur sett 16 føroysk met í ár, Suðuroyar Svimjifelag 7 og Havnar Svimjifelag 1. Suðuroyar Svimjifelag hevur sett 20 føroysk juniormet í ár, Ægir 14 og Havnar Svimjifelag 3.

9 føroysk met og 13 juniormet vórðu sett í bringusvimjing, og 7 føroysk met og 12 juniormet í blandaðari svimjing. 14 føroyskt met og 22 juniormet vórðu sett á stuttgeil, í mun til 10 føroysk met og 15 juniormet á langgeil.

Í løtuni verða nógv flest føroysk met og juniormet sett av kvinnum, nevniliga 23 føroysk met og 34 føroysk juniormet, í mun til 1 føroyskt met og 3 juniormet hjá monnum.

Yvirlitið sæst sikkurt betri her á Google Spreadsheet.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.