Ásbjørg 32.70 og føroyskt met í 50 bringu

Ásbjørg Hjelm úr Ægir setti í dag stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon við tíðini 32.70 vann gull á FøroyaMeistarastevnuni 2015. Hon átti sjálv bæði juniormet og føroyskt met, frá tá ið hon á HS stevnuni í apríl mánaða svam teinin uppá 32.96 sekund. Sí úrslitalistan her

Ger viðmerking