Innbjóðing og startlisti til FM/JM 2015

FøroyaMeistarstevnan og JuniorMeistarastevnan 2015 verður nú hósdagin til leygardagin 14. – 16. mai, í Svimjihøllini í Gundadali. Viðfesta innbjóðing varð send feløgunum miðskeiðis í apríl mánaða, og nú er tilmeldingarnar so komnar inn, soleiðis at startlistarnir eisini kunnu viðfestast her og síggjast á livetiming.se.



Tíðarætlan fyri FM/JM 2015

Hósdag 14. mai

  • Frá kl 09:30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 – 19:00 – FM finalur

Fríggjadag 15. mai

  • Frá kl 09:30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 – 19:00 – FM finalur

Leygardag 16. mai

  • Frá kl 09:30 – JM og innleiðandi riðlar til FM
  • Kl 17:00 – 19:00 – FM finalur

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis frá FM finalunum, allar tríggjar dagar.

Til ber eisini at fylgja við úrslitunum beinleiðis her á livetiming.se

FM/JM 2015 er síðsti kjansur at tryggja sær pláss til HeimsMeistarastevnuna í Kazan og til Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Ung í Jönköping í summar.

One thought on “Innbjóðing og startlisti til FM/JM 2015”

  1. Kundi tit ikki hava klára at havt uppdatera metlistan, bæði fyri Junior og Senior. Tað er for vánaligt.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.