Tórshavnar Kommuna sett nýggja nevnd at fyrireika svimjihyl

Lesið her á torshavn.fo:

Til tess skjótt at fáa gongd á at betra umstøðurnar til almenna svimjing og kappingarsvimjing í høvuðsstaðarøkinum, varð bygginevndin til 50 m svimjihyl tikin av á býráðsfundi í gjárkvøldið, og í staðin varð serstøk nevnd við tilvísing til fíggjarnevndina sett at gera allar neyðugar fyrireikingar til bygging av svimjihøll, herundir at:

  • Gera neyva tørvslýsing av nýggjari svimjihøll til almenna svimjing og kappingarsvimjing, herundir lýsing av, hvussu verandi svimjihallir í høvuðsstaðarøkinum kunnu nýtast til at nøkta partar av nýtslutørvinum
  • Gera uppskot til staðseting av nýggjari høll
  • Gera byggiskrá til verkætlan, herundir hølistørv, teknisk krøv og orkukrøv
  • Gera kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri bygging
  • Gera rakstrarætlan, t.e. roknað meting um árligar rakstrarkostnaðir
  • Gera uppskot til fígging, herundir møguleikar at fáa til vega fígging frá uttanhýsis pørtum



Serstaka nevndin fyri bygging av svimjihøll verður mannað við politiskum umboðum og umboðum fyri trivnaðarfyrisitingina og teknisku fyrisiting. Fíggjarnevndin setir nevndina, sum í minsta lagi 2. hvønn mánaða leggur statusfrágreiðing fyri mentamálanevndina og fíggjarnevndina, ið skal góðkenna arbeiðið.

Býráðið samtykti við 10 atkvøðum fyri og ongari ímóti, at seta serstaka nevnd undir fíggjarnevndini at fyrireika nýggja svimjihøll við omanfyristandandi arbeiðssetningi og at velja Elin Lindenskov og Annfinn Brekkstein í nevndina.

2 thoughts on “Tórshavnar Kommuna sett nýggja nevnd at fyrireika svimjihyl”

  1. “nevnd er nú sett at fyrireika høllina ið skal hýsa 50 metra svimjihylinum í Gundadali í Havn. Ætlanin er at byggja høllina har ÍSF-húsið nú stendur, sum merkir at tað annaðhvørt skal flytast ella bara rívast niður.

    Í bygginevndini sita Jógvan Arge, Bogi Andreasen og Elin Lindenskov fyri Tórshavnar býráð, Eydna Justinussen, fíggjarleiðari í kommununi, Harald Bjørgvin, húsavørður, og Jákup Simonsen, leiðari á mentamáladeildini, ið er formaður. Rágevar eru Jón Hestoy úr Svimjisambandinum og Eyðun Húsgarð úr Havnar Svimjifelag.”

    http://www.svimjing.com/2012/06/06/story/torshavnar-kommuna-sett-nevnd-at-fyrireika-langhyl

  2. Borgarstjóri Heðin Mortensen lovar á 75 ára degnum hjá Havnar Svimjifelag at hava gravkúgv við, næstu ferð hann kemur niðan í høllina.

    Erling Eidesgaard formaður í Havnar Svimjifelag hevði hesa viðmerking til tað, nú í apríl.

    Tá ið Havnar Svimjifelag í november 2013 hátíðarhelt 75 ára stovningardagin, lovaði Heðin Mortensen, framman fyri stó…

    Posted by Erling Eidesgaard on Friday, April 10, 2015

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.