Heiðursmerki eisini leygardag á Scottish Masters

Masters-svimjararnir hjá Havnar Svimjifelag vunnu heiðursmerki aftur í dag, tá ið teir luttóku á Scottish Masters Short Course Championships í Glasgow. Eyðun Bærentsen vann gull í 50 frí fyri menn 65-69 ár, Føroyar silvur í 4×50 blandað fyri menn 240-279 ár (tilsamans), síðani Eyðun silvur í 50 bringu og frí, og kona hansara Tóra Bærentsen bronsu í 50 frí, og at enda Føroyar silvur í 4×50 frí fyri menn 240-279 ár.

(HS Masters uttanfyri Tollcross. Randi Holm eigur myndina)

Úrslitini í dag

Menn 200 frí

40-44 ár: Erling Eidesgaard 2:46.95 og nr 7
50-54 ár: Erlendur Simonsen 3:11.18 og nr 7
55-59 ár: Leivur Michelsen 3:44.50 og nr 5
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 3:13.26 og nr gull

Menn 100 firvald

55-59 ár: Jon Hestoy 1:25.84 og nr 4

Menn 200 bringu

50-54 ár: Erlendur Simonsen 3:44.20 og nr 5

Menn 4×50 blandað

200-239 ár: Føroyar 2:46.62 og nr 5
240-279 ár: Føroyar 3:01.99 og silvur

Menn 400 frí

50-54 ár: Eyðun Húsgarð 5:58.01 og nr 6
50-54 ár: Erlendur Simonsen 7:04.44 og nr 7

Menn 50 bringu

50-54 ár: Erlendur Simonsen 43.87 og nr 8
55-59 ár: Jens Mikkelsen 49.53 og nr 6
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 45.54 og silvur

Menn 50 frí

40-44 ár: Erling Eidesgaard 31.01 og nr 9
50-54 ár: Eyðun Húsgarð 31.64 og nr 10
50-54 ár: Erlendur Simonsen 33.52 og nr 12
50-54 ár: Sámal Olsen 34.47 og nr 13
55-59 ár: Leivur Michelsen 42.57 og nr 11
65-69 ár: Eyðun Bærentsen 37.33 og silvur

Kvinnur 50 frí

50-54 ár: Elin Olsen 48.89 og nr 5
65-69 ár: Tóra Bærentsen 1:01.18 og bronsu

Menn 4×50 frí

200-239 ár: Føroyar 2:11.15 og nr 4
240-279 ár: Føroyar 2:40.13 og nr 2

(Elin og Tóra fegnar um heiðursmerki. Randi Holm eigur myndina)

Tilsamans í dag og í gjár

Rørslusvimjararnir hjá Havnar Svimjifelag vunnu sostatt tilsamans 2 gull, 2 silvur og 2 bronsur í einstaklingakapping, umframt liðsvimjingarnar 3 silvur. Eyðun Bærentsen vann gull í 100 og 200 frí, og silvur í 50 bringu og frí. Jon Hestoy vann bronsu í 50 firvald. Tóra Bærentsen vann bronsu í 50 frí. Liðið fyri menn og kvinnur 240-279 ár vann silvur í 4×50 frí, og liðið fyri menn 240-279 vann silvur í 4×50 blandað og frí.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.