Sára 4:55.81 og føroyskt met í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti nú tíðliga sunnumorgun stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 4:55.81. Poula Øssursdóttir Mohr átti føroyska metið á 4:57.64, frá Ægir-stevnu í 2013, meðan Sára sjálv átti juniormetið á 4:59.32 frá SuSvim stevnu í mars mánaða.

Ger viðmerking