Sára 2:19.78 og nýtt føroyskt met í 200 blandað

Sára Ryggshamar Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag setti í dag nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á HS stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 2:19.78.



Poula Øssursdóttir Mohr átti metið á 2:20.21, frá Norðurlendsku Meistarastevnuni í Finnlandi í 2012, meðan Sára átti juniormetið á 2:21.20 frá Ægir stevnu í februar í ár.

Tíðin hjá Sáru er væl og virðiliga undir kravtíðina til Oyggjaleikir á 2:20.22, og hevði rokkið til eitt bronsuheiðursmerki á Oyggjaleikum á Bermuda í 2013.

Tíðin er eisini undir kravtíð til Evropeisku JuniorMeistarstevnuna / Evropeisku Leikir í Baku í summar, sum tó tíverri ikki hjálpir Sáru so nógv, við tað at hon ikki enn hevur junioraldur.

Ger viðmerking