Danir nær HM-kravtíðunum á Canada Trials

Danska svimjisambandið hevur sum kunnugt givið nøkrum svimjarum undantaksloyvi at royna eftir HM-kravtíðunum í Amerika, tí at teir og búgva venja í USA. Millum annað bíðar Frans Johannesen eftir úrslitunum í 200 frí, tí at tær kunnu verða avgerandi fyri um stafett verður úttikin til 4×200 frí.

Og sær tað tíverri eitt sindur svart út fyri Frans Johannesen, við tað at hann var triðskjótasti dani á Danish Open 2015, har tveir nú hava svomið skjótari enn tað í Toronto. Sí úrslitalistan her.

Anders Lie Nielsen vann B-finaluna við 1:48.79 og Søren Dahl varð nummar trý við 1:49.14, har skjótastu danir í Bellahøj vóru Magnus Westermann við 1:49.37 og Daniel Skaaning við 1:49.42, og Frans síðani nr trý við 1:51.76.

Danska svimjisambandið hevur ásett kravtíð 1:48.39 til at kunna kvalifisera seg til HM í Kazan, har B-kravtíðin hjá FINA til samanberingar er 1:52.16 og A-kravtíðin 1:48.37. Tað sær sostatt ikki út til at nakar at hesum kemur at svimja 200 frí sum einstaklingur í Kazan; men kanska hesar tíðir tilsamans eru nóg góðar til at taka stafettina út.

Í 800 frí svam Anton Ørskov Ipsen næstbestu tíð av øllum, 8:01.12 har kravtíðin hjá dønum til HM í Kazan er 7:55.63 og tilsvarandi FINA kravtíðir B-kravtíð 8:14.41 og A-kravtíð 7:57.69. Sí úrslitalistan her.

Ipsen svam av onkrari orsøk í næstsíðsta riðli um morgunin, so at tað gjørdist nakað av eini solosvimjing hjá honum. Nú hann ikki hevur klárað kravtíðina, so sær tað út til at Pál verður einasti svimjari úr danska ríkinum, sum svimur 800 frí í Kazan.

Til ber at fylgja við Canadian Trials her á swimming.ca

Ger viðmerking