Baku váttar 5 pláss til føroyskar svimjarar á Evropeisku Leikum

Tíðindi vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya fekk í gjár váttan frá fyriskiparunum av Evropeisku Leikum í Baku, at vit sleppa at luttaka har við fimm føroyskum svimjarum og trimum leiðarum. Og hetta er væl at merkja ikki ein apríl-søga.



Tað hevur sum kunnugt verið ein ógvuliga drúgv tilgongd, at tryggja okkum pláss á hesi stevnu, nú Evropeiska JuniorMeistarastevnan 2015 varð partur av fyrstu Evropeisku Leikum.

Vit royndu leingi at sleppa við, fyrst sum rættast hevði verið undir føroyska Merkinum, sum vit sum fullgyldugur limur í evropeiska svimjisambandinum LEN eiga at kunna á øllum tiltøkum sum LEN fyriskipar. Og síðani sum eitt kompromis undir EOC-flagginum.

Hetta rakk ikki á mál, sum kunngjørt í tíðindaskrivi í februar mánaða. Vit fóru tí aftur undir at fyrireika fyrr ætlaða sakarmálinum ímóti LEN, í altjóða ítróttadómstólinum CAS, við góðum stuðli frá serliga Ítróttasambandi Føroya og politisku skipanini.

Mentamálaráðharrin fekk orð á forsetan í altjóða olympisku nevndini IOC, og Løgmaður fekk í lag avtalu um fund við sama.

Fyri tveimum vikum síðani komu fyriskiparnir av Evropeisku Leikum so við einum nýggjum uppskoti, at vit skuldu kunna luttaka undir LEN-flagginum, heldur enn EOC-flagginum.

Starvsnevnd SSF svaraði at tað var í lagi, um vit kundu fáa uppá skrift at allir partar tóku undir við avtaluni. Og í gjár fingu vit so endaliga eina skrivliga innbjóðing til Evropeisku Leikir í Baku 2015, sum váttar at vit kunnu luttaka har.

Har eru ymiskar treytir sum vit nú samráðast um; men vit halda okkum tó kunna siga fyri vist, at føroyskir svimjarar koma at luttaka á leikunum í summar. Kunngjørt verður í næstum, hvussu vit koma at taka liðið út.

Takk øll tit sum hava hjálpt okkum á mál, til hesa hóast alt betri loysn enn at sita eftir heima. Starvsnevnd SSF, Jon Hestoy og formennirnir í føroysku svimjifeløgunum, sum hava hildið fast uppá okkara rætt at kunna luttaka sum sjálvstøðugur limur í LEN. Starvsnevnd ÍSF sum hevur bakkað okkum upp og gjørt eitt stórt arbeiði til at finna hesa loysn. Limirnir í norðurlendska svimjisambandinum og her serliga danska svimjisambandið, sum hava stuðlað okkum fult út í okkara kravi yvirfyri LEN. Danska olympiska nevndin, løgfrøðislig ráðgeving, Mentamálaráðharrin, Løgmaður og føroyska politiska skipanin annars. Og nú sjálvsagt eisini LEN og EOC og fyriskipararnir í Baku.

Um enn vit ikki sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi í Baku, so eru vit í Svimjisambandi Føroya sera glað fyri at okkara ungur úrvalssvimjarar sleppa at royna seg eisini á Evropeisku Juniormeistarastevnuni 2015. At hetta so samstundis eru fyrstu Evropeisku Leikir, er væl eitt frambrot fyri føroyska svimjing og føroyskan ítrótt sum heild. Og tað hevur stóran týdning fyri okkum, at vit sleppa at luttaka sum sjálvstøðugur limur í LEN.

Við vón um eitt gott summar

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking