Met eisini fjórða morgun á Danish Open 2015

So eru síðstu innleiðandi riðlar avgreiddir á Danish Open 2015, við góðum úrslitum hjá føroyingum. Pál Joensen og Óli Mortensen kvalifiseraðu seg til A-finalu í 400 metra frísvimjing í kvøld, sum verður spennandi millum annað tí at Mads Glæsner má royna at svimja 3:50.21 til at kvalifisera seg til HM í Kazan. Og Sára setti føroyskt met í 200 blandað.

Í 50 metra ryggsvimjing betraðu Maria Antoft úr Havnar Svimjifelag og Barbara Debes úr FLOT munandi um sínar til nú bestu tíðir. Maria svam 31.83 har besta tíð hjá henni var 33.09 frá NMU í fjør, og Barbara svam 32.63 har hennara besta tíð var 33.26 frá somu stevnu. Birita Debes eigur føroyska juniormetið á 30.68. Maria varð nr 19 av teimum 51 sum luttóku í morgun, og er tí mest sannlíkt í C-finalu seinnpartin, meðan Barbara var nr 34.

Í innleiðandi 400 frí svam Pál 3:57.42 og næstbestu tíð, 8 hundraðpartar aftanfyri danska Mads Glæsner á 3:57.34. Tað aftaná at Mads hevði verið øgiliga nógv skjótari fyrstu metrarnar, so at munurin millum teir báðar við 200 metrar var yvir 4 sekund. Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelag rakk akkurát í A-finaluna við 4:03.25, frammanfyri millum annað Frans Johannesen á 4:05.50, og polska Sawrymowicz á 4:06.79. Alvi Hjelm úr Ægir varð nr 33 við 4:17.04.

Finalan seinnapartin verður sera spennandi, millum annað tí at tað so vítt vit skilja er síðsti kjansur hjá Glæsner at kvalifisera seg til HM í Kazan. Hann skal í so fall klára at svimja hendan teinin uppá 3:50.21.

Í svam Eyðbjørn Joensen úr Suðuroyar Svimjifelag 1:02.06, har besta tíð hjá honum er 1:00.39 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Hetta rakk til eitt 46. pláss av 52 luttakandi.

Í somu grein fyri kvinnur betraði Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag 1,01 sekund um sína bestu tíð, við at svimja 100 firvald uppá 1:06.06, í mun til 1:07.07 á Danish Open í fjør. Hetta rakk til eitt 31. pláss av 52 luttakandi.

Í 200 blandað betraði Alvi Hjelm úr Ægir um sítt persónliga met, við at svimja teinin uppá 2:12.26 har besta tíð hjá honum áðrenn hetta var 2:13.14 frá Reykjavík International Games í januar mánaða. Hetta rakk til eitt 12. pláss av 46, sum vælsagtans merkir at hann er í B-finalu seinnapartin.

Og í 200 blandað setti Sára R. Nysted so nýtt føroyskt met og juniormet, tá ið hon svam teinin uppá 2:23.67, har føroyska metið hjá Emmu Festirstein Nystrøm frá mai mánaða í fjør var 2:24.62, og juniormetið hjá Sáru sjálvari 2:27.91 frá RIG 2015. Sára varð nr 11 av teimum 47 sum luttóku í 200 blandað í morgun, og verður tí væl at síggja eisini í B-finaluni í kvøld.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.