Sára 5:14.65 og føroyskt met í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 400 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Danish Open 2015 svam teinin uppá 5:14.65.

Elspa Mørkøre átti føroyska metið á 5:27.85, frá Reykjavík International Games í 2005, og tíðin hjá Sáru var sostatt ein betring uppá hetta við meira enn 13 sekundum.

Sára svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag, og er so mikið ung at tíðin eisini er nýtt føroyskt juniormet.

Sára varð samanlagt nr 19 av teimum 39 sum kappaðust í greinini í morgun.

úrslitalistan her.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.