Frans í 200 frí finalu á Danish Open 2015

Frans Johannesen svam seg í morgun til finalu á Danish Open 2015, tá ið hann í 200 metra frísvimjing svam fjórskjótastu tíð 1:52.15.

Teir eru fýra danskir svimjarar í finaluni, har Magnus Westermann hevur bestu tíð 1:50.60 og Daniel Skaaning næstbestu 1:51.68, og Sebastian Ovesten so er 8. skjótast við 1:53.01.

Kravtíðin hjá dønum er 1:48.39, til at kunna kvalifisera seg til HM í Kazan í summar. Hartil kemur so tað, at hvørt land bara kann stilla við 2 svimjarum.

Men danir eru glaðir fyri sína 4×200 stafett, sum millum annað viðførdi at Frans slapp við danska liðnum til Doha í vetur. Og har gjørdu teir tað eisini gott, við at svimja seg í finaluna.

So hendan kapping kann væl hugsast at verða avgerandi fyri møguligu luttøkuna hjá Frans á HM í Kazan í summar. Sum aftur er rættiliga avgerandi fyri møguliga OL-úttøku.

Eitt sindur hugstoytt at ein svimjari sum Mads Glæsner tá ikki roynir seg í hesi kapping, til at styrkja sum mest um hópin.

Ger viðmerking