OK úrslit fyrsta morgun á Danish Open 2015

So eru fyrstu riðlar avgreiddir á Danish Open 2015, og føroyingarnir kláraðu seg bara heilt væl. Sum heild svimja tey niður í móti og betri enn sínar til nú bestu tíðir, ið ofta eru á leið við føroysku metini. Seinnapartin skulu Pál Joensen og Óli Mortensen royna seg í skjótasta riðli í 800 metra frísvimjing hjá monnum, og Vár Erlingsdóttir Eidesgaard í somu grein hjá kvinnum.

Í 100 rygg svam Sára R. Nysted úr Suðuroyar Svimjifelag seg heilt nær føroyska juniormetinum 1:07.49, sum Signhild Joensen úr Ægir svam á Reykjavík International Games 2015. Besta tíð hjá Sáru áðrenn hetta var 1:12.22, eisini frá RIG í januar í ár, so tað var stór persónlig betring hjá henni.

Sára varð nr 22 í kappingini, meðan Maria Antoft og Beinta Debes úr Havnar Svimjifelag við tíðunum 1:08.98 og 1:10.85 vórðu ávikavíst nummar 27 og 40 av teimum 49 luttakandi. Aftur stórar betringar, har besta tíð hjá Mariu áðrenn hetta var 1:11.48 frá NMU í fjør, og hjá Beintu 1:13.46 frá RIG 2014.

Eyðbjørn Joensen royndi seg í 50 metra frísvimjing, har hann við tíðini 25.30 kom niður ímóti sínum persónliga meti á 25.12 frá EJM í Poznan í 2013. Tað rakk til eitt 50. pláss av teimum 66 luttakandi, har støðið serliga í toppinum er gróthart. Eyðbjørn svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Í 50 metra frísvimjing fyri kvinnur svam Astrið Foldarskarð úr Havnar Svimjifelag seg til eitt 29. pláss av teimum 62 luttakandi, við tíðini 27.64. Besta tíð hjá Astrið 27.83 áðrenn hetta, frá Danish Open 2014. Guðrun Mortensen eigur føroyska metið á 27.23.

Barbara Debes úr FLOT og Lív Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag royndu seg eisini í 50 metra frísvimjing. Barbara varð nr 44 við tíðini 28.04, har persónliga metið hjá henni áðrenn hetta var 28.44, meðan Lív varð nr 58 við tíðini 28.66, har persónliga metið er 28.36 frá stevnu í Íslandi í 2013.

Í 50 metra bringusvimjing svumu teir báðir Eyðbjørn Joensen og Róland Toftum úr Suðuroyar Svimjifelag. Eyðbjørn varð nr 36 av 46 luttakandi við tíðini 31.48, sum er besta tíð hjá honum í mun til 31.84 frá RIG 2015, og minni enn ein tíggjundapart av einum sekundi frá føroyska metinum hjá Paula Ø. Mohr á 31.39 frá EM í Budapest í 2010. Róland svam teinin uppá 32.07, har besta tíð hjá honum áðrnen hetta var 32.13 frá NMU 2014.

í 800 frí svam Alvi Hjelm úr Ægir seg til eitt 9. pláss av teimum sum svumu innleiðandi í morgun, og eitt 17. pláss um vit ganga út í frá at teir 8 í skjótasta riðli nú seinnapartin svimja skjótari. Tíðin hjá Alva var 8:34.72, har hansara besta tíð er 8:28.61 frá EJM í Dordrecht í 2014.

Pál Joensen og Óli Mortensen bíða til skjótasta riðil seinnapartin, har Pál við 7:48.49 hevur bestu tilmeldingartíð, og Óli við 8:13.75 ta 8. bestu. Kappingarneytar har verða fýra polskir svimjarar íroknað heimsmeistaran í 1500 frí frá 2007 Mateusz Sawrymowicz, umframt finsti Eetu Piiroinen og danski Mads Glæsner.

Lena Rannváardóttir úr Havnar Svimjifelag royndi seg eisini í 800 metra frísvimjing, har hon við tíðini 9:33.11 varð nr 15 av teimum 22 sum svumu í morgin. Hennara besta tíð var sambært SwimRankings 10:05.67 áðrenn hetta, so tað var ein ófør betring.

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard sleppur at royna seg í skjótasta riðli í 800 frí nú seinnapartin, við 8. bestu tilmeldingartíð.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.