Danir kunngjørt kravtíðir til OL í Rio

Danska Svimjisambandið hevur í dag kunngjørt tær kravtíðir og tær kravtíðarstevnur, sum tey saman við Dansk Idrætsforbund eru komin ásamt um til OL í Rio í 2016. Kravtíðirnar eru í flestu førum harðari enn tær A-kravtíðir sum FINA hevur ásett, og kunnu einans klárast á HM í Kazan, Danish Open 2016 og EM í London 2016.

Dansk Svømmeunion



Kravtíðirnar í einstaklingagreinum eru í flestu førum roknaðar sum meðaltíð av 12. bestu tíð frá seinastu trimum globalu meistarastevnum á langgeil: HM í Shanghai í 2011, OL í London 2012 og HM í Barcelona 2013. Tó eru fýra greinar hjá kvinnum, har kravtíðin má vera tann frá FINA, við tað at hendan er harðari enn tann danska.

Kravtíðarstevnurnar eru raðfestar eftir týdningi:

  • HM í Kazan hin 2. til 9. august 2015
  • Danish Open hin 13. til 17. apríl 2016
  • EM í London hin 16. til 22. mai 2016

Gevið gætur at Danish Open er flutt munandi í mun til í ár og undanfarin ár, frá at liggja til dømis nú á páskum í mars, til at verða miðskeiðis í apríl mánaða.

Tað er ikki líkamikið á hvørjari stevnu tú klárar kravtíð, tí danir hava bygt inn eina skipan til at verja tey sum klára kravtíð tíðliga. Hetta sambært teimum til at tryggja sterkastu svimjarum frið til at venja miðvíst fram ímóti Rio.

Fyri tað fyrsta verða tey tryggjað pláss, sum á HM í Kazan í summar svimja seg í finalu, við tíð undir OL-kravtíðini. Altso sum tá eru millum tey 8 skjótastu í heiminum. Teir svimjarar sum klára hetta, kunnu ikki svimjast av liðnum aftur, so leingi sum tey kunnu veita eitt “proof of fitness” í tíðarskeiðnum millum 1. mai 2016 og 1. juli 2016.

Harnæst verða OL-plássini fylt upp við fyrst teimum svimjarum sum klára kravtíð á Danish Open 2016, og síðani við teimum sum klára kravtíð á EM í London.

At enda er ein áseting um liðsvimjing, at lið (stafett) verður úttikið um tey væl at merkja klára at svimja seg millum tey 16 sum FINA tekur út. Her kann koma upp á tal at skipa fyri eini liðsvimjing á Danish Open, har vit í 2012 sóu Pál tryggja donsku stafettini í 4×200 frí pláss á OL í London. Men annars er tað upp til danir sjálvar, at klára tað til dømis nú á HM í Kazan.

Undirritaði var nú mánadagin á fundi við Dansk Svømmeunion, Dansk Idrætsforbund og Team Danmark, har vit millum annað umrøddu komandi kravtíðir, og í hvønn mun føroyingar kundu svimja seg á OL-liðið hjá dønum. Og stutt sagt verður skipanin sum til OL í London 2012, at føroyingar eru vælkomnir á liðið, um tey klára hesi krøv ásett av dønum.

Kravtíðir til Olympisku Leikir 2016 í Rio

Í flestu førum miðaltíð av 12. bestu tíð frá HM 2011, OL 2012 og HM 2013

Grein Kvinnur Menn
50 frí 00:25.07 00:22.14
100 frí 00:54.43* 00:48.88
200 frí 01:58.23 01:47.85
400 frí 04:08.65 03:48.73
800 frí 08:29.28
1500 frí 15:07.53
100 rygg 01:00.25* 00:54.12
200 rygg 02:10.43 01:58.21
100 bringu 01:07.05* 01:00.20
200 bringu 02:26.94* 02:11.60
100 firvald 00:58.65 00:52.29
200 firvald 02:09.28 01:56.75
200 blandað 02:13.18 01:59.53
400 blandað 04:40.75 04:16.37

*A-kravtíð hjá FINA harðari enn tann av dønum roknaða, og tí galdandi.

Fyrivarni verður tikið fyri villum og manglum

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.