Sára 4:59.32 og juniormet í 400 blandað

Sára Ryggshamar Nysted setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 400 metra blandaðari svimjing, tá ið hon á Bank Nordik stevnuni í Vági svam teinin uppá 4:59.32.



Hon átti sjálv juniormetið á 5:00.78, frá Ægir stevnuni í Klaksvík í februar, og hevur við hesum svomið seg oyggjaleikakravtíðina eisini, á 5:00.42.

Hendan tíðin er nóg góð til at tað hevði rokkið til eitt silvurheiðursmerki á Oyggjaleikum á Bermuda í 2013, aftanfyri Lara Butler av Cayman Islands á 4:56.29 men frammanfyri Beckie Scaife av Jersey á 5:00.45.

Poula Øssursdóttir Mohr eigur føroyska metið á 04:57.64, frá Ægir stevnu í februar 2013.

Sára svimur fyri Suðuroyar Svimjifelag.

Ger viðmerking