Magnus í B-finalu á MOM Marseille 2015

RÆTTING: Eg man hava hugt eftir úrslitalistanum áðrenn teir vóru heilt lidnir at svimja innleiðandi, tí Frans kom ikki í B-finalu allíkavæl.

Teir báðir donsku føroyingarnir Magnus Jákupsson og Frans Johannesen royndu seg í morgun aftur í innleiðandi riðlum á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille, og megnaðu Magnus tá at svimja seg í B-finalu.

Magnus royndi seg fyrst í 50 metra firvaldasvimjing, har hann við tíðini 25.65 varð nr 21, uttanfyri finalurnar.

Nakað seinni royndi Magnus seg í 100 metra ryggsvimjing, har hann við tíðini 57.97 varð nr 15, ið rakk til eitt sjeyndapláss í B-finaluni.

At enda var tað Frans sum slapp at royna seg, í 100 metra frísvimjing. Frans svam teinin uppá 52.31, sum rakk til eitt 33. pláss.

B-finalurnar verða svomnar nakað áðrenn A-finalurnar, seinnapartin, har Pál sum kunnugt skal royna seg í skjótasta riðli í 1500 metra frísvimjing. Pál hevur klárt bestu tilmeldingartíð, 15:08.02 har brasilski Brandonn Almeida hevur næstbestu 15:22.46.

Klokkutíðirnar eru (føroysk tíð):

14:18 – Magnus B-finalu í 50 firvald
15:56 – Pál A-finalu í 1500 frí

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.