Pál í A-finalu á MOM Marseille 2015

Pál Joensen megnaði í morgun at svimja seg víðari til A-finalu á “Meeting Open Méditerranée” í Marseille, tá ið hann í innleiðandi 200 metra frísvimjing svam teinin uppá 1:50.81 og 8. bestu tíð av øllum. Eitt óført hál av Páli, nú hann sambært skránni varð styrkismettur sum nr 25 av 115 luttakarum.



Í innleiðandi 50 rygg svam Magnus Jákupson seg í B-finalu við tíðini 26.82, sum var 10. besta av øllum.

Frans Johannesen royndi seg eisini í 200 frí, har hann við tíðini 1:56.55 varð nr 49 av teimum 110 sum luttóku.

Finalurnar kunnu mest sannlíkt síggjast her á Dailymotion, nú seinnapartin frá kl 16:30 franska tíð (15:30 í Føroyum). A-finalan í 200 frí er sambært skránni kl 17:59 franska tíð (16:59 í Føroyum).

Úrslitini verða upplistað her, so hvørt sum svomið verður.

Ger viðmerking