Mentamálaráðharrin og ÍSF-forsetin hittu IOC-forsetan og Krúnprinsin í CPH

Lesið her á mmr.fo

Í gjár hitti Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í ítróttamálum, saman við Petur Elias Petersen, forseta í ÍSF, Thomas Bach, sum er forseti í altjóða olympisku nevndini IOC. Teir umrøddu trupulleikarnar við føroysku luttøkuni á evropeisku juniormeistarakappingini í svimjing, sum verður í Baku í summar. Og harumframt var føroyska ynski um limaskap í IOC eisini umrøtt.



Somu avbjóðingar vóru eisini umrøddar við Fríðrik, krúnprins, sum er ein av nevndarlimunum í altjóða olympisku nevndini IOC.

Hetta hendi á stórari ítróttaráðstevnu í Keypmannahavn, sum danska ítróttasambandið skipar fyri í hesum døgum.

Landsstýrismaðurin undirstrikaði alstóra týdningin av, at føroyskur ítróttur ikki missur vunnin rættindi at luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi, nú tað sær út til, at fleiri altjóða kappingar verða skipaðar við støði í altjóða olympisku meginreglunum.

Í næstum verður fundur millum løgmann og Thomas Bach, forseta í IOC, har føroyska ynski um limaskap í olympiska felagsskapinum og avmarkingarnar hjá okkum at luttaka í altjóða kappingum undir IOC eisini eru á skránni.

Ein frálík mynd er eisini at síggja her á heimasíðuni hjá Jyllands-Posten, har allir hesir nevndu persónar síggjast

Ger viðmerking