EOC brotið lyftið um føroyska luttøku í Baku

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisamband Føroya fekk í gjár fráboðan frá evropeisku olympisku nevndini EOC, umvegis Ítróttasamband Føroya, at vit allíkavæl ikki sleppa at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni 2015, sum LEN fyriskipar á Evropeisku Leikum í Baku. Hetta hóast endurtikin munnlig lyfti, at vit fóru at kunna luttaka har undir EOC-flaggi, síðani tann møguleikin beyðst tíðliga í desember 2014.



Sjálvur EOC forsetin sigur seg hava gjørt tað hann kundi, sum tó endaði úrslitaleyst vegna ‘olympiskar restriktiónir’. Einasti møguleiki sum hann tí bjóðar okkum føroyingum, er at luttaka undir donskum flaggi.

Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya viðgjørdi í dag hesa nýggju støðu, á fundi við formenn og onnur umboð úr føroysku svimjifeløgunum. Her varð átalað at starvsnevndin hevði valt at bíða við ætlaða sakarmálinum ímóti í evropeiska svimjisambandinum LEN, fyri heldur at trúgva uppá eitt munnligt lyfti frá forseta EOC umvegis forseta ÍSF.

Eitt sakarmál sum varð einmælt samtykt á aðalfundinum hjá Svimjisambandi Føroya í oktober, at krevja tann rætt sum evstalóg LEN ásetur, at vit sum fullgyldugur limur í LEN kunnu luttaka á øllum LEN tiltøkum.

Starvsnevndin kann ikki annað enn staðfesta, at vit hava verið drigin uppá tráð, til nú at enda í somu støðu aftur sum áðrenn vit fingu annað í útlit. At EOC hevur brotið munnlig lyfti mótvegis ÍSF, sum rakar SSF sera meint. Og at tað sum skuldi vera eitt frambrot fyri føroyska svimjing – at sleppa at luttaka á evropeiska olympiska pallinum – nú í staðin er eitt afturstig í tí høpi har vit annars sambært lógum LEN hava rætt til at vera.

Fyrr nevnda sakarmál ímóti LEN er nú á borðinum aftur, og fer starvsnevnd SSF í dialog við ÍSF til at finna fígging til hetta rættiliga prinsipiella mál, ikki bara fyri føroyska svimjing, men fyri føroyskan ítrótt yvirhøvur. Tað er væl óhugsandi at nøkur avgerð fellur áðrenn juni mánaða, og verður okkara svimjidómari Dan Hjelm tí einasta umboð fyri Føroyar á evropeisku leikum í Baku.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur í Jákupsstovu

Ger viðmerking