Dan Hjelm úttikin til Evropeisku Leikir í Baku

Kunning vegna Svimjisamband Føroya

Svimjisambandið hevur í dag fingið váttan frá evropeiska svimjisambandinum LEN, at Dan Hjelm er á listanum yvir svimjidómarar á Evropeisku Leikum 2015, sum verða í Baku í Azerbaijan í summar. Og Dan hevur eisini sjálvur fingið heilsan úr Baku, har fyriskipararnir ynskja honum tillukku við heiðrinum.

(Dan ger klárt til start á NJM/NM 2013)

Hetta er rættiliga stórt fyri føroyska svimjing, at ein av okkara dómarum soleiðis sleppur framat á hesum fyrsta evropeiska OL, og tað enntá undir føroyskum flaggi.

Dan Hjelm hevur fyrr roynt seg í evropeiskum høpi, tá ið hann og Elin Matras í desember 2013 umboðaðu Føroyar sum svimjidómarar á evropameistarastevnuni á stuttgeil.

Afturat teimum hava vit Jon Hestoy sum er vanur at døma á altjóða open water stevnum, umframt sum limur í teknisku nevndum LEN og FINA at hava aðrar uppgávur innan fyrisiting av open water stevnum. Jon var nú seinast trygdarumboð hjá FINA, á open water stevnu í Argentina herfyri.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.