Hesi hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir 2015

Tilsamans 14 svimjarar hava klárað kravtíð til Oyggjaleikir á Jersey í summar, um vit hyggja at øllum úrslitum síðani kravtíðarskeiðið byrjaði hin 1. september 2014. Heili 9 konufólk og 5 mannfólk, har sterkasta kort sjálvsagt er Pál Joensen í 1500 frí.



Niðanfyri er listin yvir hvørjir svimjarar sum hava klárað kravtíð. Við fyrivarni fyri villum, og við vón um at fáa fráboðan ífall at okkurt er komið skeivt fyri. Vit brúka SwimRankings til at finna frægastu úrslit í hesum svimjiári.

Gevið gætur at Føroyar kunnu bara luttaka við tveimum svimjarum í hvørjari grein, og at tað tí verður kampur um plássini í teimum greinum har fleiri enn 2 hava klárað kravtíð.

Tey 14 eru:

  • Úr Havnar Svimjifelag: Astrið Foldarskarð (1994), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001), Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999) og Óli Mortensen (1996)
  • Úr Ægir: Cecilia Wigant Eysturdal (1996), Signhild Joensen (2000), Ásbjørg Hjelm (1999), Jonna Bjartalíð Thomsen (1996), Alvi Hjelm (1996)
  • Úr Suðuroyar Svimjifelag: Sára Ryggshamar Nysted (2001), Pál Joensen (1990), Eyðbjørn Joensen (1996) og Róland Toftum (1998)
  • Úr FLOT: Birita Debes (1995)

Býtt út á greinar

Kvinnur

  • 50 frí (27.04): Astrið Foldarskarð (1994) HS 26.66
  • 100 frí (58.58):
  • 200 frí (2:05.01): Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 2:04.86
  • 400 frí (4:24.36): Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 4:23.92
  • 800 frí (9:07.86): Cecilia Wigant Eysturdal (1996) Ægir 8:58.47, Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001) HS 8:59.27
  • 50 rygg (30.80): Birita Debes (1995) FLOT 29.45, Signhild Joensen (2000) Ægir 30.56, Astrið Foldarskarð (1994) HS 30.79
  • 100 rygg (1:04.95): Birita Debes (1995) FLOT 1:04.38
  • 200 rygg (2:20.03): Signhild Joensen (2000) Ægir 2:19.24
  • 50 bringa (34.12): Ásbjørg Hjelm (1999) Ægir 33.72
  • 100 bringa (1:13.33):
  • 200 bringa (2:38.79):
  • 50 firvald (29.41): Astrið Foldarskarð (1994) HS 28.27, Lív Erlingsdóttir Eidesgaard (1999) HS 29.13, Jonna Bjartalíð Thomsen (1996) Ægir 29.27
  • 100 firvald (1:04.38): Jonna Bjartalíð Thomsen (1996) Ægir 1:04.02, Astrið Foldarskarð (1994) HS 1:04.14
  • 200 firvald (2:22.27):
  • 100 blandað (1:07.40): Sára Ryggshamar Nysted (2001) SuSvim 1:06.74
  • 200 blandað (2:23.06): Sára Ryggshamar Nysted (2001) SuSvim 2:21.20
  • 400 blandað (5:00.42):

Menn

  • 50 frí (23.30):
  • 100 frí (50.86):
  • 200 frí (1:52.39): Pál Joensen (1990) SuSvim 1:48.08, Óli Mortensen (1996) HS 1:51.65
  • 400 frí (4:01.45): Pál Joensen (1990) SuSvim 3:42.31, Óli Mortensen (1996) HS 3:52.16, Alvi Hjelm (1996) Ægir 3:55.66
  • 1500 frí (16:06.89): Pál Joensen (1990) SuSvim 14:26.54, Óli Mortensen (1996) HS 15:10.09, Alvi Hjelm (1996) Ægir 15:40.69
  • 50 rygg (27.06):
  • 100 rygg (57.35):
  • 200 rygg (2:03.06):
  • 50 bringa (30.11): Eyðbjørn Joensen (1996) SuSvim 29.59
  • 100 bringa (1:04.84):
  • 200 bringa (2:22.32): Róland Toftum (1998) SuSvim 2:22.11
  • 50 firvald (25.02):
  • 100 firvald (55.54):
  • 200 firvald (2:06.28): Óli Mortensen (1996) HS 2:05.90
  • 100 blandað (58.36):
  • 200 blandað (2:08.31): Alvi Hjelm (1996) Ægir 2:06.40
  • 400 blandað (4:31.90): Alvi Hjelm (1996) Ægir 4:26.12, Óli Mortensen (1996) HS 4:30.82

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.